Keypstreytir

1. Veitingar

Viðskiftatreytirnar eru galdandi fyri hald av tænastu, sum P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin veita sínum viðskiftafólki. Eitt hald gevur atgongd til at nýta elektrónisku skrásetingarskipanina, sum skrásetir koyringina í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum. Skipanin gevur haldaranum rætt til at koyra fram við gjaldstøðunum og ígjøgnum tunlarnar við akfari, sum hoyrir til haldið, so leingi sum haldið er galdandi. Umframt viðskiftatreytirnar kunnu sertreytir ásetast.


2. Partarnir

Avtala um hald verður gjørd millum P/F Norðoyatunnilin ella P/F Vágatunnilin og haldaran. Allir myndugir og løgfrøðiligir persónar kunnu stovna hald.


3. Stovnan av haldi

Hald verður bílagt á umsóknarblaði, ið fæst frá P/F Norðoyatunlinum ella P/F Vágatunlinum ella á heimasíðu felagsins. Við bílegging verður millum annað skilað til hvat slag av haldi bíleggingin fevnir um.

Neyvar upplýsingar skulu latast um til dømis navn, starv, bústað, føðingardag ella V-tal, umframt upplýsingar um akfarið, sum haldið er knýtt til. Eisini skal upplýsast hvagar rokningar, fráboðanir og annað frá P/F Norðoyatunlinum ella P/F Vágatunlinum skal sendast. Um tað verður kravt, skulu upplýsingarnar skjalprógvast. Hald verður ikki stovnað, um viðkomandi er í eftirstøðu til P/F Norðoyatunnilin ella P/F Vágatunnilin. Haldarin kann ikki avhenda haldið til onnur.

Eitt hald hjá P/F Norðoyatunlinum kann nýtast á sama hátt og eftir somu treytum í P/F Vágatunlinum -og øvugt.


4. Skyldur partanna

Skyldurnar hjá P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum eru hesar:

  1. At uppihalda eina fullgóða elektróniska skipan sum skal tryggja, at haldarin kann koyra framvið gjaldsstøðini uttan steðg.
  2. At rætta brek við elektrónisku tænastuni skjótast tilber.
  3. At kunna haldaran, tá einki er eftir av haldaragjaldinum. Kunningin kann gerast við ljóssignalum.
  4. At vera neyvir í skuldskriving av gjøldum fyri veittar tænastur.

Skyldurnar hjá haldaranum eru hesar:

  1. At geva rættar upplýsingar til P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin í sambandi við stovning ella broyting av haldi.
  2. At gjalda fyri tænastuna, sum P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin veita í samsvari við gjaldstreytirnar. Gjaldsskyldan er eisini galdandi um onnur hava nýtt tænastuna -herundir eisini óviðkomandi. Gjaldsskyldan er ikki galdandi um óviðkomandi nýtslan er gjørd møgulig av ósketni frá P/F Norðoyatunlinum ella P/F Vágatunlinum.
  3. At mótmæla rokning/kontoúrriti skjótast tilber, um mett verður, at okkurt er galið við rokningini.

5. Prísir

Upplýsingar um galdandi listaprísir fyri stovningargjøld, haldaragjøld og áminningargjøld, ásettir av P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum, fáast við at venda sær til P/F Norðoyatunnilin ella P/F Vágatunnilin. Prísirnir eru somuleiðis at finna á heimasíðuni hjá feløgunum. Prísirnir kunnu hækka við einum varningi uppá í minsta lagi 14 dagar til eitt mánaðarskifti. Fráboðan um møguligar príshækkingar verður kunngjørd haldaranum annaðhvørt skrivliga ella í føroyskum fjølmiðlum. Príslækkingar kunnu setast í verk uttan at boða haldaranum frá.


6. Gjaldstreytir

  1. Gjaldstaður: Gjaldingar skulu rindast á konto hjá P/F Norðoyatunlinum ella P/F Vágatunlinum í peningastovni ella girokonto ella á øðrum góðkendum staði, sum haldaran verður kunnaður um.
  2. Gjaldkomutíð: Kontoútritið greinar hvørja tænastu sær, tíðarskeið, upphædd og gjaldkomudag. Hevur haldarin stovnað avtalu um hald, verður fráboðað og goldið eftir galdandi GS-reglum.
  3. Tunnilspartafeløgini hava rætt til at krevja gjøld fyri veitta tænastu, til dømis fylgjandi:
    * Haldaragjald, sum er gjald frammanundan, og sum gevur akfari haldarans loyvi at koyra ígøgnum tunlarnar.
    * Fráboðanargjald, sum er gjald fyri fráboðan um endurnýgging tá haldaragjaldið er um at verða uppi.
    * Áminningargjald fyri hvørja áminning, ið verður send. Tað veri seg fráboðan um inngjalding og fráboðan um seinkaða gjalding.
    * Haldaragjald verður goldið forút: Depositum verður goldið saman við fyrsta haldaragjaldinum. Møguligar rentir av depositum fella til P/F Norðoyatunnilin ella P/F Vágatunnilin.

4.Bústaðarbroyting: Haldarin hevur skyldu at boða P/F Norðoyatunlinum ella P/F Vágatunlinum frá bústaðar- og øðrum viðkomandi broytingum, herundir eisini um akfari.

5. Postur til haldara: Rokningar, kontoúrrit, áminningar, fráboðanir -eisini uppsagnir og slit av haldi, kunnu sendast haldaranum ella setast fram á seinasta kunnuga bústaði hansara, hóast bústaðarbroyting hevur verið, uttan so at P/F Norðoyatunnilin ella P/F Vágatunnilin hevur fingið fráboðan um broytingina.


7. Mishald og rættarvirknaður

Misheldur annar parturin skyldur sínar munandi, hevur hin parturin rætt til at gera niðanfyrinevndu rættarvirknaðir galdandi.

* Tá tunnilspartafeløgini mishalda skyldur sínar munandi, hevur haldarin rætt til at krevja:

  1. At brek verður bøtt. P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin hava skyldu at seta tiltøk í verk skjótast tilber til tess at bøta brek við tænastuni.
  2. Slit av haldinum. Haldarin hevur rætt til at krevja haldið slitið um tunnilspartafeløgini munandi mishalda sínar skyldur.

* Tá haldarin misheldur skyldur sínar munandi, hava P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin rætt til at krevja:

  1. Slit av haldinum. P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin hava rætt til at slíta haldið, um haldarin hevur mishildið skyldur sínar munandi.
  2. Slit av haldinum. Um haldari koyrir ígjøgnum tunnilin eftir, at eingin peningur er eftir av haldaragjaldinum og uttan at goldið verður á annan hátt, verður haldið slitið uttan fráboðan.

8. Uppsøgn og broytingar av avtaluni

* Rættur haldarans at siga upp:

  1. Haldari, ið ikki hevur árshald, kann siga avtaluna upp við einum varningi uppá í minsta lagi 7 dagar og fáa útgoldið møguliga restupphædd av haldaragjaldinum.
  2. Árshald verða teknað fyri 12 mánaðir, eftir hetta heldur árshaldið fram mánaðarliga, til ein av pørtunum sigur haldið upp. Tá er uppsagnartíðin inniverðandi mánaði + 30 dagar.
  3. Sigur haldarin árshaldið upp áðrenn 12 mánaðir eru farnir, kann tað gerast við í minsta lagi tríggjar mánaða freist, tó ongantíð longri enn haldið er galdandi. Verður árshaldið sagt upp áðrenn eitt ár er liðið, kann nýtt árshald ikki teknast fyrr enn í minsta lagi 6 mánaðir aftaná, at uppsagnartíðin er úti. Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri at hava gildi.

* Broytingar av avtaluni:

  1. P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin hava bert rætt til at gera broytingar í viðskiftatreytunum uttan fráboðan, um broytingin burturav er til frama fyri haldaran. Aðrar broytingar í viðskiftatreytunum, við undantaki av príshækkingum, hava tunnilspartafeløgini rætt til at fremja við einum varningi uppá 30 dagar.

9.Gildiskoma

Hesar treytir fáa gildi frá 1. oktober 2014.